Category Archives: Kapping
FM/JM á stuttgeil flutt til 11. – 13. november 2022
Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at flyta FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna á Stuttgeil til vikuskiftið hin 11. til 13. november 2022, tvs. eina viku fyrr enn upprunaliga ætlað. Orsøkin er, at altjóða svimjisambandið FINA hevur ásett 15. november 2022 sum síðstu freist at taka út fólk … Continue reading
Innbjóðing til HS Open 10. og 11. september 2022
Her er innbjóðing til svimjistevnuna “HS Open” sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin 10. og sunnudagin 11. september 2022.
So er tað EM 2022 í Róm
Evropameistarastevnan 2022 byrjar nú hósdagin hin 11. august, við luttøku av eisini tveimum føroyskum svimjarum. Føroyska ferðalagið fer úr Vágum nú hvørja løtu, til Róm har Alisa kemur afturat av venjingarlegu í Spania.
So er tað NMU 2022
Í morgin byrjar Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2022, sum í ár er í Tallinn í Estonia. Úr Føroyum luttaka átta svimjarar, og verður stevnan stroymað á YouTube. Sí luttøkuna í viðfestu fílu.
Luttakaralistar til FM fyri lið 2022
Í morgin leygardag hin 2. juli byrjar Føroyameistarastevnan fyri lið 2022, í Páls Høll í Vági, sum okkara íkast til Føroyaleikirnar 2022. Sjey lið hava boðað frá luttøku – 4 hjá kvinnum og 3 hjá monnum. Sí luttakaralistarnar her
Føroysk úrslit á HM 2022
Her eru føroysku úrslitini frá HM 2022, sum er í Budapest í hesum døgum, og har kappsvimjingin í svimjihyli endaði í gjár. Tey bæði Vár og Bartal E. Eidesgaard luttóku í hvør tveimum sínum kappingum, har tað gekk serliga væl … Continue reading








