Category Archives: Kapping
Luttakaralistar til FM og JM á stuttgeil 2022
Luttakaralistarnir til FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna á stuttgeil 2022 síggjast nú her á livetiming.se. Tilsamans eru tey 31 kvinnuligir og 36 mannligir svimjarar sum fara at kappast á hesum meistarastevnum, í Svimjihøllini í Gundadali nú í vikuskiftinum, hin 11. til 13. … Continue reading
Úrslit frá ABMS Sprint 2022
Her eru úrslitini frá AldursBólkaMeistaraStevnuni í Sprint 2022, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin hin 5. november 2022. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se
Luttakaralistar til ABMS Sprint 5. november 2022
Her eru luttakaralistarnir til ABMS Sprint 2022, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin hin 5. november 2022. Hetta er nýggj meistarastevna fyri okkara yngstu aldursbólkar. Listarnir síggjast eisini her á livetiming.se
Úrslit frá SuSvim-stevnuni á Tvøroyri 29. oktober 2022
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í svimjihylinum á Tvøroyri í dag, leygardagin hin 29. oktober 2022. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
FM/JM á stuttgeil 2022 góðkend sum úttøkustevna til HM á stuttgeil 2022
Altjóða svimjisambandið FINA hevur í nátt váttað yvirfyri Svimjisambandi Føroya, at FøroyaMeistarastevnan/JuniorMeistarastevnan á stuttgeil 2022 er góðkend sum úttøkustevna til HeimsMeistarastevnuna á stuttgeil 2022. Harvið kunnu tíðir haðani brúkast sum tilmeldingartíðir til HM á stuttgeil 2022.
Startlisti til SuSvim-stevnuna á Tvøroyri 29. oktober 2022
Her er kappingarskráin til svimjistevnuna fyri okkara yngstu aldursbólkar, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í svimjihylinum á Tvøroyri, nú leygardagin hin 29. oktober 2022.








