Category Archives: Kapping

Broytingar í stevnukalendara SSF

Starvsnevnd SSF hevur í samráð við Suðuroyar Svimjifelag, og við fráboðan til feløgini, avgjørt at býta um uppá dagfestingarnar av hesum báðum stevnum: SuSvim Open (50m) 15. – 16. apríl 2023 Atlantic Open (25m) 18. – 20. mai 2023

Posted in Kapping | Comments Off on Broytingar í stevnukalendara SSF

Innbjóðing til Ægir Open 18. og 19. februar 2023

Her er innbjóðing til svimjistevnuna “Ægir Open” sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin 18. og sunnudagin 19. februar 2023.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til Ægir Open 18. og 19. februar 2023

Nógv flott úrslit hjá føroyingum á Reykjavík International 2023

Íslendska svimjisambandið skipaði í vikuskiftinum fyri Reykjavík International 2023, har eisini ein rúgva av føroyskum svimjarum luttóku. Hóast avbjóðingar við seinkaðari flogferðslu, so vóru úrslitini yvirhøvur góð hjá okkara svimjarum, og svumu tey seg til nógv finalupláss og heiðursmerki.

Posted in Kapping | Comments Off on Nógv flott úrslit hjá føroyingum á Reykjavík International 2023

Róland 29.36 og føroyskt met í 50 bringu

Róland Toftum (1998) úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann á Reykjavík International 2023 svam seg til úrslitið 29.36 sekund. Hann átti sjálvur gamla metið á 29.43 sekund, … Continue reading →

Posted in Kapping | Comments Off on Róland 29.36 og føroyskt met í 50 bringu

SSF ætlan fyri uttanlanda stevnur í 2023

Góðu tit øll, Tykkum til kunningar, so samtykti starvsnevnd SSF í gjárkvøldið at vilja fyrireika luttøku á fylgjandi stevnum í 2023, har Oyggjaleikir sum kunnugt er fráboðað fyrr: Danish Open í Brønshøj 1. – 4. apríl 2023 (opin bólkur) Akranesleikar á … Continue reading →

Posted in Kapping | Comments Off on SSF ætlan fyri uttanlanda stevnur í 2023

Líggjas 16:47.36 og gull í 1500 frí á Reykjavík International 2023

Líggjas Joensen úr Ægir vann fyri løtu síðani gull á Reykjavík International 2023, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing á langgeil svam seg til úrslitið 16:47.36, frammanfyri íslendska Magnus Vidir Jónsson á 16:48.78 og slovakiska Richard Urban á 17:15.40.

Posted in Kapping | Comments Off on Líggjas 16:47.36 og gull í 1500 frí á Reykjavík International 2023