Category Archives: Kapping
SSF ætlan fyri uttanlanda stevnur í 2023
Góðu tit øll, Tykkum til kunningar, so samtykti starvsnevnd SSF í gjárkvøldið at vilja fyrireika luttøku á fylgjandi stevnum í 2023, har Oyggjaleikir sum kunnugt er fráboðað fyrr: Danish Open í Brønshøj 1. – 4. apríl 2023 (opin bólkur) Akranesleikar á … Continue reading
Líggjas 16:47.36 og gull í 1500 frí á Reykjavík International 2023
Líggjas Joensen úr Ægir vann fyri løtu síðani gull á Reykjavík International 2023, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing á langgeil svam seg til úrslitið 16:47.36, frammanfyri íslendska Magnus Vidir Jónsson á 16:48.78 og slovakiska Richard Urban á 17:15.40.
Lea 34.31 og føroyskt met í 50 bringu
Lea Osberg Højsted úr Ægir svam seg í kvøld til flott føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Reykjavík International 2023 svam næstbestu tíð av øllum, 34.31 sekund.
Rúgva av føroyskum svimjarum til Reykjavík International Swim Meet 2023
Íslendska svimjisambandið skipar nú í vikuskiftinum fyri Reykjavík International Swim Meet 2023, har eisini ein rúgva av føroyskum svimjarum fara at luttaka. Startlistin sæst her á SwimRankings, og sum skilst fara tey at stroyma eisini.
Innbjóðing til FLOT-stevnu 4. februar 2023
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið FLOT skipar fyri í svimjihøllini á Toftum, leygardagin hin 4. februar 2023.
Úrslit frá SuSvim Open 14. og 15. januar 2023
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni SuSvim Open, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 14. og sunnudagin 15. januar 2023. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á Swimify, her á Tempus og her á … Continue reading








