Category Archives: Kapping

Ægir 3:47.23 og juniormet í 4×100 frí fyri mix-lið

Ægir setti í kvøld stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra frísvimjing fyri mix-lið, tá ið tey á Atlantic Open 2023 stevnuni í Havn svumu seg til gull og úrslitið 3:47.23. Ægir átti juniormetið á 3:58.80, frá FM á stuttgeil … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Ægir 3:47.23 og juniormet í 4×100 frí fyri mix-lið

Lea 1:11.47 og føroyskt met í 100 bringu

Lea Osberg Højsted (2008) úr Ægir setti í kvøld føroysk met og juniormet í 100 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Atlantic Open 2023 stevnuni í Havn svam seg til úrslitið 1:11.47. Ásbjørg Hjelm átti føroyska metið og … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Lea 1:11.47 og føroyskt met í 100 bringu

Isak 2:06.94 og ájavnt við juniormetið í 200 firvald

Isak Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjifelag svam í gjár ájavnt við føroyska juniormetið í 200 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, tá ið hann á Atlantic Open stevnuni í Havn svam hendan tein uppá 2:06.94, har juniormetið hjá Óla Mortensen frá 2014 … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Isak 2:06.94 og ájavnt við juniormetið í 200 firvald

Innbjóðing til HS-stevnu 22. apríl 2023

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 22. apríl 2023, fyri okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til HS-stevnu 22. apríl 2023

Luttakaralistar til Atlantic Open 2023

Um eina viku byrjar Atlantic Open 2023, sum er síðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir á Guernsey í summar. Viðfestur er luttakaralistin nú tilmeldingarfreistin er farin, tilmeldingarnar síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimify.com

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Luttakaralistar til Atlantic Open 2023

Innbjóðing til ABMS 2023

Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna 2023 (ABMS 2023), sum verður í Klaksvíkar Svimjihøll hin 6. og 7. mai 2023.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til ABMS 2023