Category Archives: Kapping
Strálandi úrslit eisini næsta finalukvøld á NM/NJM 2023
Tað gekk avbera gott hjá føroysku svimjarunum, nú næsta umfar av finalu varð avgreitt á NM/NJM 2023. Líggjas vann bronsu í 1500 frí og Isak bronsu í 200 firvald, umframt at Isak svam seg til gullnál í 1500 frí og … Continue reading
Góð úrslit aftur í morgun á NM/NJM 2023
Tey avgreiddu í morgun næsta part av innleiðandi á NM/NJM 2023, og gekk tað bara avbera væl hjá okkara. Fleiri finalupláss varð tað til, umframt ein rúgva av persónligum metum.
Sera góð úrslit eisini fyrsta finalukvøld á NM/NJM 2023
Aftur í kvøld gekk tað væl hjá teimum føroysku svimjarum sum høvdu kvalifiserað seg til fyrsta finalukvøld á NM/NJM 2023 í Tartu í Estlandi. Bartal setti føroyskt met í 100 bringu, Líggjas vann sær gullnál í 400 frí, Isak var … Continue reading
Góð úrslit fyrsta morgun á NM/NJM 2023
Tey avgreiddu í morgun fyrsta stevnupart á NM/NJM 2023 í Tartu í Estlandi, og gekk tað bara heilt gott hjá okkara svimjarum. Nøkur finalupláss varð tað til, og hartil ein rúgva av persónligum metum.
Liðið framkomið til Estlands
Tað var egentliga í gjár, og hava tey so havt dagin í dag til at royna hylin osfr. Í morgin ári byrjar kappingin. Við í hópinum er eisini umboð fyri Parasport Føroyar. Innbjóðing við tíðarætlan osfr Startlistar og úrslit Stroyming … Continue reading
Startlistar, stroyming og úrslit frá NM/NJM 2023
Hetta vikuskiftið er Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan í svimjing 2023, í Tartu í Estlandi. Estlendingar hava nú kunngjørt startlistarnar her á Facebook, umframt leinki til stroyming.








