Category Archives: Kapping
Startlisti til Argja-stevnu 21. september 2024
Her eru startlistarnir til Argja-stevnuna sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í svimjihøllini á Argjum í dag, leygardagin hin 21. september 2024. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar. Tíðarætlanin er: Bólkur 1: upphiting 11:45-12:15, kapping 12:15-13:15 Bólkur 2: upphiting 13:15-13:45, … Continue reading
Líggjas og Jonna til Thy Cup 2024
Hetta vikuskiftið luttaka Líggjas og Jonna Joensen í svimjistevnuni Sparekassen Thy Cup 2024 í Thisted, saman við danska liði sínum Aalborg Svømmeklub. Og tað sær heilt gott út við útlitunum, har Jonna er nær heiðursmerkjum í 200 firvald, og Líggjas í serliga 400 … Continue reading
Innbjóðing til HS Open 28. og 29. september 2024
Her er innbjóðingin til svimjistevnuna HS Open sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, hin 28. og 29. september 2024. Tilmeldingin er á data.tempus.fo
Úttøkuskipan til NMU 2025
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til NMU 2025, sum verður í Tórshavn í Føroyum frá 5. til 6. juli 2025. Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum.
Úttøkuskipan til EJM 2025
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til EJM 2025, sum verður í Slovakia frá 1. til 6. juli 2025. Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum.
Úttøkuskipan til EM U23 2025
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til EM U23 2025, sum verður í Slovakia frá 26. til 28. juni 2025. Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum.








