Category Archives: Kapping
Innbjóðing til FLOT-stevnu 1. februar 2025
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið FLOT skipar fyri í svimjihylinum á Toftum, leygardagin hin 1. februar 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Úrslit frá SuSvim Open 11. og 12. januar 2025
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 11. og sunnudagin 12. januar 2025. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify
Innbjóðing til Kvívíks-stevnu 18. januar 2025
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið Hellufossur skipar fyri í svimjihylinum í Kvívík, leygardagin hin 18. januar 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Úttøkuskipan til HM 2025 í Singapore
Starvsnevnd SSF hevur samtykt fylgjandi úttøkuskipan til Heimsmeistarastevnuna 2025, sum verður í Singapore frá 27. juli til 3. august 2025.
Innbjóðing til SuSvim Open Jan 2025
Her er innbjóðingin til svimjistevnuna “SuSvim Open Jan 2025”, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri Páls Høll í Vági, leygardagin 11. og sunnudagin 12. januar 2025. Hetta er opin stevna.
Úrslit frá SMS Jólasprint 2024
Her eru úrslitini frá svimjstevnuni “SMS Jólasprint 2024”, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali nú leygardagin hin 14. desember 2024. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify








