Category Archives: Kapping
Lea 2:39.27 og nýtt føroyskt met og juniormet í 200 bringu
Lea Osberg Højsted megnaði í morgun at seta stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim Open í Páls Høll í Vági svam seg til úrslitið 2:39.27. Hon átti sjálv føroyska … Continue reading
Lea 33.88 og nýtt føroyskt met og juniormet í 50 bringu
Lea Osberg Højsted megnaði fyri løtu síðani at seta nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim Open í Páls Høll í Vági svam seg til úrslitið 33.88. Hon átti sjálv føroyska … Continue reading
Innbjóðing til SuSvim-stevnu 8. mars 2025
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 8. mars 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, har tey svimja breiddir í langhylinum.
Startlistar til SuSvim Open 22. og 23. februar 2025
Her eru startlistarnir til svimjistevnuna SuSvim Open Februar 2025, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 22. og sunnudagin hin 23. februar 2025. Listarnir síggjast eisini her á Swimify
Innbjóðing til Lions Open 15. – 16. mars 2025
Her er innbjóðing til svimjistevnuna Lions Open Mars 2025, sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin 15. og sunnudagin 16. mars 2025. Hetta vikuskiftið er síðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2025 á Orkney.
World Aquatics góðkent Swim Open Tórshavn og FML 2025 sum úttøkustevnur til HM 2025
Altjóða svimjisambandið hevur nú váttað, at hesar báðar stevnur eru góðkendar sum úttøkustevnur til HM 2025 í Singapore: Swim Open Tórshavn hin 24. til 26. apríl 2025 FM á langgeil í Vági hin 7. til 8. juni 2025 Har eru … Continue reading








