Category Archives: Kapping
Bartal 29.16 og føroyskt met í 50 bringu
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann vann B-finaluna á Danish Open 2025, við tíðini 29.16. Hann átti sjálvur føroyska metið á 29.27, frá EM í … Continue reading
Lea 1:12.48 og nýtt føroyskt met og juniormet í 100 bringu
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) megnaði aftur í kvøld at seta føroyskt met og juniormet, tá ið hon vann B-finaluna á Danish Open við tíðini 1:12.48. Metini hjá henni vóru 1:12.91 frá í morgun, og áðrenn tað 1:14.06 frá NMU … Continue reading
Líggjas 8:15.05 og bronsu í 800 frí á Danish Open 2025
Líggjas Joensen (2008, Ægir) svam seg fyri løtu síðani til bronsuheiðursmerki á Danish Open 2025, og flott persónligt met eisini, við tíðini 8:15.05 í 800 metra frísvimjing á langgeil. Hansara besta tíð áðrenn hetta, var 8:20.60. Sí úrslitalistan her.
Kunning um Oyggjaleikir 2025
Fyriskipararnir av Oyggjaleikum 2025 sendu okkum herfyri niðanfyri standandi kunning um svimjistevnuna sum verður har á Orkney, 14. til 17. juli 2025. Sum heild sær tað rættiliga gott út, m.a. við góðum plássi til áskoðarar.
Lea 1:12.91 og føroyskt met í 100 bringu
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Danish Open svam seg til úrslitið 1:12.91. Hon átti sjálv metini á … Continue reading
Kunning um EM í Open Water 2025
Evropeiska svimjisambandið skipar hin 28. til 31. mai 2025 fyri EM í Open Water í Stari Grad á oynni Hvar í Kroatia, eftir ætlan við eisini luttøku av føroyskum svimjarum. Nú finst kunningarfaldarin her á heimasíðuni hjá European Aquatics








