Category Archives: Kapping
FM 2008
FM í svimjing í ár, varð sum kunnugt sent beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum um vikuskiftið. Nú er møguligt at ogna sær hesar sendingar á fløgu, og kunnu tær keypast frá Svimjisambandi Føroya. Talan er 3 fløgur, sum kunnu keypast fyri kr. 250,- Hevur hetta tykkara … Continue reading
FM
Starvsnevndin saman við svimjinevndini hevur ásett at halda FM 2009 í døgunum 9 til 11. maj.
Oyggjaleikir 2009
Oyggjaleikirnir í 2009 vera á Álandi í døgunum 27. juni til 4. juli. Svimjisambandið hevur nú avgjørt vit vera við til hesar leikir. Í hesum sambandi hava venjarnir sett kravtíðirnar sum galda fyri úttøku til leikirnar. Kravi er 3. besta tíð frá seinastu … Continue reading
FM Beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum
Í dag, leygardag, sendir Rás1 beinleiðis frá finalunum seinnapartin. Byrja verður kl 16:20 og fystu finalan byrjar kl 16:30. Væntandi verður liðugt uml kl 18:45
FM Beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum
Í sambandi við árligu føroyameistarastevnuna í svimjing, sum verður í Tórshavn um vikuskiftið, hevur Svimjisambandið gjørt av at royna framleiðslu og beinleiðis sending av øllum finalum í sjónvarpi. Samstarvsavtala er gjørd við Televarpið, R2Net og Rás 2. Kappast verður eftir … Continue reading
HM í Manchester
Ferðaskrá til HM í Manchester er nú klár. Ferðin byrjar úr Vágun sunnudagin 6. apríl kl 08:15 til Keypmannahavnar við RC 450 og víðari til Manchester við SK 541 kl 17:35. Heimferðin er úr Manchester týsdagin 15. apríl kl. 13:50 … Continue reading








