Category Archives: Kapping
So eru tað Oyggjaleikir 2011
Í næstu viku verða 14. Oyggjaleikir hildnir á Isle of Wight, við luttøku av 14 føroyskum svimjarum. Tvær ferðir hevur svimjilandsliðið vunnið leikirnar, seinast so mikið dyggiliga at Føroyar eisini vunnu leikirnar sum heild. Hesuferð er liðið í stóran mun … Continue reading
Føroyingar til Mare Nostrum í Barcelona
Nú leygardagin og sunnudagin fara EJM-landsliðið og Pál Joensen at royna seg á stóru Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, í kapping ímóti nøkrum av heimsins bestu svimjarum. Endamálið er at fyrireika seg til stevnur á langgeil í summar, at royna … Continue reading
Enn eitt ófatiligt FM í svimjing
Svimjisamband Føroya skipaði her í vikuskiftinum fyri árligu Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni í svimjing, í svimjihøllini í Gundadali. Undan kappingini var ivasamt um støðið fór at vera líka høgt sum í fjør, við tað at úttøkan til Oyggjaleikir longu var í … Continue reading
4 føroysk met og 6 juniormet, fyrsta dag á FM 2011
Tað gongur upp á stás uppi í Gundadali, nú Føroyameistarastevnan í svimjing verður avgreidd. Hendan fyrsta dagin settu svimjararnir tilsamans 4 føroysk met og 6 juniormet, umframt at Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag tvær ferðir svam seg undir met í … Continue reading
FM og JM í svimjing 2011
Nú fríggjamorgunin 20. mai byrjar árliga Føroyameistarastevnan í svimjing, ið er hæddarpunktið í heimliga svimjikalendaranum. Kappast verður í Svimjihøllini í Gundadali, fríggjadag til sunnudag 20. til 22. mai, við avgerandi juniormeistarastevnu um morgunin, og beinleiðis sjónvarpaðum finalum um kvøldið. Føroyameistarastevnan … Continue reading
EJM-landsliðið til Íslands at venja ímóti Beograd
EJM-landsliðið í svimjing fór her um vikuskiftið til Íslands at venja á langgeil, sum fyrireiking til evropeisku meistarastevnuna í Beograd í summar. 4. og 5. juni fara tey at luttaka á Mare Nostrum svimjistevnuni í Barcelona, og 25. juni til … Continue reading









You must be logged in to post a comment.