Category Archives: Kapping
Kravtíðir til NJM, NM og EMS 2013
Starvsnevnd SSF hevur á fundi hin 28. oktober 2013 ásett fylgjandi kravtíðir til komandi Norðurlendsku JuniorMeistarstevnu og Meistarastevnu, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali í Tórshavn hin 6. til 8. desember 2013, umframt til Evropeisku Meistarastevnuna á Stuttgeil sum verður … Continue reading
Pál 7:50.81 og í HM-finalu í 800 frí
Pál Joensen svam seg í morgun trygt í HM-finalu í 800 metra frísvimjing, tá ið hann í Palau Sant Jordi høllini í Barcelona svam teinin uppá 7:50.81. Tað var næstbesta tíð í triðseinasta riðli, og rakk til eitt samanlagt sættapláss … Continue reading
Birita føroyskt met í 100 rygg á HM í Barcelona
Tað gongur uppá stás hjá føroysku svimjarunum í Barcelona, har heimsmeistarastevnan í svimjing í hesum døgum verður avgreidd. Birita Debes setti í morgun nýtt flott føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing, við at svimja 1:05.64 har hennara met frá Danish … Continue reading
Føroyskt met til Poulu, fyrsta dag á HM 2013
Heimsmeistarastevnan í svimjing byrjaði avbera gott fyri okkum føroyingar, tá ið Poula Øssursdóttir Mohr longu í fyrstu kapping setti stórt nýtt føroyskt met, við at svimja 100 metra firvaldasvimjing uppá 1:04.58. Hon átti sjálv føroyska metið, frá tá ið hon … Continue reading
HM-liðið veðurfast
Eftir ætlan skulid HM-liðið, undantikið Pál, verið farið úr Føroyum fríggjamorgunin 12. juli, ávegs til venjingarlegu í Canet en Roussillon. Hetta er sama staðið, ið EJM-liðið var á venjingarlegu innan EJM.
Kunning frá SSF um fyribyrging av doping
Góðu tit øll í svimjingini Nú donsk svimjing er rakt av tveimum dopingsakum, er tað væl uppá sítt pláss at vit í Svimjisambandi Føroya eisini minna okkum øll á týdningin av at tryggja, at íðkarar ikki fáa ólóglig evni í … Continue reading









You must be logged in to post a comment.