Category Archives: Kapping
Birita føroyskt met í 100 rygg á HM í Barcelona
Tað gongur uppá stás hjá føroysku svimjarunum í Barcelona, har heimsmeistarastevnan í svimjing í hesum døgum verður avgreidd. Birita Debes setti í morgun nýtt flott føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing, við at svimja 1:05.64 har hennara met frá Danish … Continue reading
Føroyskt met til Poulu, fyrsta dag á HM 2013
Heimsmeistarastevnan í svimjing byrjaði avbera gott fyri okkum føroyingar, tá ið Poula Øssursdóttir Mohr longu í fyrstu kapping setti stórt nýtt føroyskt met, við at svimja 100 metra firvaldasvimjing uppá 1:04.58. Hon átti sjálv føroyska metið, frá tá ið hon … Continue reading
HM-liðið veðurfast
Eftir ætlan skulid HM-liðið, undantikið Pál, verið farið úr Føroyum fríggjamorgunin 12. juli, ávegs til venjingarlegu í Canet en Roussillon. Hetta er sama staðið, ið EJM-liðið var á venjingarlegu innan EJM.
Kunning frá SSF um fyribyrging av doping
Góðu tit øll í svimjingini Nú donsk svimjing er rakt av tveimum dopingsakum, er tað væl uppá sítt pláss at vit í Svimjisambandi Føroya eisini minna okkum øll á týdningin av at tryggja, at íðkarar ikki fáa ólóglig evni í … Continue reading
SSF ætlar at senda stórt lið til EM í Herning
Starvsnevnd SSF samtykti á fundi hóskvøldið at vilja royna at senda eitt rímiliga stórt lið til evropameistarastevnuna á stuttgeil 2013, sum verður í Herning í Danmark í desember mánaða. Vit hugsa umleið 8 av okkara bestu svimjarum, íroknað okkara bestu … Continue reading
Úttøkur til NMU, EJM og HM
Svimjisamband føroya hevur starvsnevndarfundi týskvøldið 21. mai var avgjørt at taka hesi 18 svimjarar út til kappingar summarið 2013. Kappingarnar eru Norðulendsk Meistarastevna fyri ung í Reykjavík. Evropeisk Meistarastevna fyri Juniorar í Poznan, Póllandi og Heims Meistarastevnan í Barcelona, Spania.
Continue reading









You must be logged in to post a comment.