Category Archives: Kapping
Kravtíðir til NJM/NM/HMS 2014
Fylgjandi skriv varð sent formonnum og venjarum í føroysku svimjifeløgunum í gjár Góðu tit Her eru kravtíðirnar til NJM/NM 2014, og til HMS 2014. Skipanin er tann sama sum undanfarin ár, við somu prosentsatsum sum til NJM/NM 2013 og HMS … Continue reading
Vit heiðra Páli fyri brøgd hansara í Berlin
Pál Joensen vann sum kunnugt tvey silvurheiðursmerki á EvropaMeistarastevnu í Berlin herfyri, og vilja vit tí at heiðra honum við móttøkum í Havn og í Vági.
Eyka úttøka til NJM og NM 2013
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi 7 svimjarar til Norðurlendsku Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna 2013, afturat teimum 11 sum kláraðu kravtíðirnar. Til NM 2013 Turið S. Christiansen, Ægir Beinta P. Debes, Havnar Svimjifelag Rutt Agnarsdóttir, Havnar Svimjifelag Til NJM 2013 Lena Rannváardóttir, Havnar Svimjifelag Sólrun Kjærbo, Suðuroyar Svimjifelag Janus E. Hofgaard, Havnar Svimjifelag Helga Nielsen, FLOT Venjararnir verða Petur Heðin á Fløtti, Jón Bjarnason, Kristian Martin Joensen og Rúni Gaardbo. Vegna Svimjisamband Føroya Rókur í Jákupsstovu
Úttøka til NJM, NM og EMS 2013
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út niðanfyri standandi til NJM, NM og EMS 2013, sum hava klárað kravtíð innanfyri kravtíðarskeiðið: Til NJM 2013: Óli Mortensen, Markus Joensen og Lív E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag Alvi Hjelm, Victoria W. Eysturdal … Continue reading
Kravtíðir til NJM, NM og EMS 2013
Starvsnevnd SSF hevur á fundi hin 28. oktober 2013 ásett fylgjandi kravtíðir til komandi Norðurlendsku JuniorMeistarstevnu og Meistarastevnu, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali í Tórshavn hin 6. til 8. desember 2013, umframt til Evropeisku Meistarastevnuna á Stuttgeil sum verður … Continue reading
Pál 7:50.81 og í HM-finalu í 800 frí
Pál Joensen svam seg í morgun trygt í HM-finalu í 800 metra frísvimjing, tá ið hann í Palau Sant Jordi høllini í Barcelona svam teinin uppá 7:50.81. Tað var næstbesta tíð í triðseinasta riðli, og rakk til eitt samanlagt sættapláss … Continue reading









You must be logged in to post a comment.