Category Archives: Kapping

Kravtíðir til Oyggjaleikir 2017

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Oyggjaleikir 2017, sum verða á Gotlandi frá 24. til 30. juni 2017. Kravtíðirnar síggjast eisini her á hesi heimasíðu.

Posted in Kapping | Comments Off on Kravtíðir til Oyggjaleikir 2017

Róland 1:03.43 og nýtt føroyskt juniormet í 100 bringu

Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag setti í dag stórt nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 1:03.43. Hann átti sjálvur føroyska juniormetið á 1:04.10, frá JM/MU í apríl … Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Róland 1:03.43 og nýtt føroyskt juniormet í 100 bringu

Róland 29.00 og nýtt føroyskt juniormet í 50 bringu

Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag setti í morgun nýtt føroyskt juniormet í 50 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 29.00 sekund. Róland átti sjálvur føroyska juniormetið á 29.07 sekund, frá JM/MU í … Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Róland 29.00 og nýtt føroyskt juniormet í 50 bringu

Innbjóðing til HS-stevnu á Argjum hin 17. september 2016

Her er innbjóðing til svimjistevnu á Argjum, leygardagin hin 17. september 2016, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er kapp fyri okkara aldursbólkarnar 2 og 3, sum eru gentur føddar ár 2005-2008 og dreingir føddir ár 2004-2006.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til HS-stevnu á Argjum hin 17. september 2016

Innbjóðing til SMS stevnu 24. og 25. september 2016

Her er innbjóðing til SMS stevnu í Gundadali hin 24. og 25. september 2016, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Stevnan er ‘opin’, tað vil siga fyri allar aldursbólkar uttan nakað bólkabýti, og sæst eisini í kalendaranum hjá Svimjisambandi Føroya.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til SMS stevnu 24. og 25. september 2016

Kravtíðir til NMU 2017

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2017, sum verður Páls Høll í Vági hin 8. og 9. juli 2017. Kravtíðirnar síggjast eisini her á hesi heimasíðu.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Kravtíðir til NMU 2017