Category Archives: Kapping
Úrslit frá Ægir-stevnuni 11. og 12. februar 2017
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin 11. og sunnudagin 12. februar 2017. Ein góð og spennandi kapping, har hæddarpunktið vælsagtans var føroyska metið hjá Vár í 1500 frí, umframt at Signhild og Vár … Continue reading
Vár 17:12.63 og føroyskt met í 1500 frí
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti sunnudagin hin 12. februar risastórt nýtt føroyskt met og juniormet í 1500 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Ægir-stevnu í Klaksvík svam teinin uppá 17:12.63. Mona Simonsen átti føroyska metið á … Continue reading
Dan skal døma á HM 2017 í Budapest
Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi í gjár teirra útnevnilsi av dómarum til HeimsMeistarastevnuna 2017 í Budapest í summar, har føroyski høvuðsdómarin Dan Hjelm er millum tey 26 útvaldu. HM er eitt av allarstørstu og týdningarmestu tiltøkum sum FINA skipar fyri, og er hetta tí … Continue reading
Innbjóðing til Reysta-stevnu 18. februar 2017
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Leirvíkar skúla, sum svimjifelagið Reysti skipar fyri leygardagin hin 18. februar 2017. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Norðurlendsk Meistarastevna fyri Ung í Vági í juli
Páls Høll í Vági verður í juli mánað karmur um stóru norðurlendsku svimjikappingina Norðurlendsk Meistarastevna fyri Ung, stytt NMU.
Úrslit frá SuSvim-stevnuni 14. og 15. januar 2017
Her eru úrslitalistarnir frá svimjistevnuni í Páls Høll í Vági nú leygardagin 14. og sunnudagin 15. januar 2017, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Sum skilst ein góð stevna, har hæddarpunktini vóru føroyska metið hjá Sáru R. Nysted í 200 firvald, … Continue reading









You must be logged in to post a comment.