Category Archives: Kapping
Beinta 2:43.38 og føroyskt met í 200 bringu
Beinta Poulsdóttir Debes setti í dag stórt nýtt føroyskt met í 200 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 2:43.38. Beinta er árgang 1997 og svimur fyri Havnar Svimjifelag.
Vár 28.80 og juniormet í 50 firvald
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti nú seinnapartin nýtt føroyskt juniormet í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 28.80 sekund. Vár er árgang 2001 og svimur fyri Havnar Svimjifelag.
Jana 2:28.40 og føroyskt met í 200 firvald
Jana Bjartalíð Thomsen setti í morgun stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 2:28.40. Jana er árgang 2000 og svimur fyri Ægir.
Startlisti til SuSvim-stevnuna 4. og 5. mars 2017
Her er startlistin til svimjistevnuna í Páls Høll í Vági nú leygardagin 4. og sunnudagin 5. mars 2017, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Startlistin sæst eisini her á livetiming.dk, og fer tað at bera til at fylgja við úrslitunum beinleiðis her á … Continue reading
Innbjóðing til FM á stuttgeil 2017
Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna á stuttgeil 2017, sum Svimjisamband Føroya og Havnar Svimjifelag skipa fyri, í Svimjihøllini í Gundadali hin 24. til 26. mars 2017. Hetta er síðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2017.
Startlisti til Reysta-stevnuna 18. februar 2017
Her er startlistin til svimjistevnuna í Leirvíkar skúla nú leygardagin hin 18. februar 2017, sum svimjifelagið Reysti skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.









You must be logged in to post a comment.