Category Archives: Kapping
Úrslit frá FM á stuttgeil 2018
Her eru úrslitini frá Føroyameistarastevnuni á stuttgeil 2018, sum var í Svimjihøllini í Gundadali hin 26. til 28. oktober. Úrslitini síggjast eisini her á SwimRankings, umframt her á livetiming.se.
Startlistin klárur til FM á stuttgeil 2018
Her er startlistin til FM á stuttgeil 2018, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali, nú fríggjadagin 26. til sunnudagin 28. oktober 2018. Tilsamans eru har einar 479 tilmeldingar til einstaklingakappingar og 46 til liðsvimjing, frá 5 av okkara 6 virknu … Continue reading
Signhild 1:02.15 og gull í 100 rygg í Saint-Dizier
Signhild Joensen úr Ægir megnaði í morgun at vinna sær gullheiðursmerki á altjóða svimjistevnuni í Saint-Dizier í Fraklandi, tá ið hon í 100 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 1:02.15. Harvið vann hon gull og bronsu á hesu stevnu, bronsuna í … Continue reading
Rebekka 2:43.28 og bronsu í 200 bringu í Saint-Dizier
Rebekka Trygvadóttir úr Ægir svam seg fyri løtu síðani til bronsuheiðursmerki á altjóða svimjistevnuni í Saint-Dizier, tá ið hon í 200 metra bringusvimjing svam teinin uppá 2:43.28. Hetta rakk til eitt triðjapláss í hennara aldursbólki. Tíðin er éin hundraðpart frá … Continue reading
Signhild 2:11.81 og bronsu í 200 rygg í Saint-Dizier
Svimjarar úr Ægir eru í hesum døgum á altjóða svimjistevnu í Saint-Dizier, har tað sum skilst gongur sera væl. Fyri løtu síðani vann Signhild Joensen sær bronsuheiðursmerki í 200 metra ryggsvimjing, við at svimja teinin uppá 2:11.81. Stevnan er á … Continue reading
Úrslit frá Reysta-stevnuni 13. oktober 2018
Svimjifelagið Reysti skipaði í dag fyri svimjistevnu í Leirvík, fyri okkara yngstu aldursbólkar. Tilsamans vóru tey 121 svimjarar úr øllum 6 feløgum, sum kappaðust í 26 svimjikappingum. Úrslitalistin í html-sniði: reysta-stevna-okt-2018-urslit.html









You must be logged in to post a comment.