Category Archives: Kapping
Mennirnir 1:32.65 og silvur í 4×50 frí á Oyggjaleikum 2025, og Bartal tá eisini 22.77 og føroyskt met í 50 frí
Føroysku harrarnir settu í kvøld nýtt føroyskt landsliðsmet í 4×50 frí, tá ið teir í finaluni á Oyggjaleikum 2025 svumu seg til úrslitið 1:32.65. Hartil setti Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) sum fyrsti svimjari nýtt føroyskt met í 50 metra … Continue reading
Líggjas 1:49.71 og bronsu í 200 frí á Oyggjaleikum 2025
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í dag at vinna bronsu í 200 metra frísvimjing á Oyggjaleikum 2025, tá ið hann í finaluni svam seg til úrslitið 1:49.71. Besta tíð hjá honum nakrantíð, er 1:47.80 frá DM fyri lið 2024. Sí … Continue reading
Bartal 27.83 og føroyskt met og silvur á Oyggjaleikum 2025
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði aftur í kvøld at seta flott føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann í finaluni á Oyggjaleikum 2025 svam seg til silvur við úrslitinum 27.83. Hann átti sjálvur metið á 27.93, frá … Continue reading
Elisabeth 1:00.26 og gull og føroyskt met og oyggjaleikamet á Oyggjaleikum 2025
Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) megnaði í dag at vinna gull á Oyggjaleikum 2025, við flottum nýggjum føroyskum meti og oyggjaleikameti á 1:00.26. Signhild Joensen átti føroyska metið á 1:00.50, frá NM í Reykjavík í 2027. Sí úrslitalistan her
Isak 54.72 og silvur í 100 firvald á Oyggjaleikum 2025
Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) megnaði í dag at vinna sær silvurheiðursmerki á Oyggjaleikum 2025, tá ið hann í 100 metra firvaldasvimjing svam seg til úrslitið 54.72. Besta tíð hjá Isaki nakrantíð, er 53.67 frá FMS 2024. Sí úrslitalistan her
Elisabeth 28.45 og føroyskt met í 50 rygg
Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) megnaði nú á døgverða at seta nýtt føroyskt met í 50 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Oyggjaleikum 2025, sum fyrsti svimjari hjá okkum í 4×50 blandað fyri kvinnur, svam seg … Continue reading








