Category Archives: Kapping
Innbjóðing til HS-stevnu á Argjum 28. sep. 2019
Her er innbjóðing til svimjistevnu á Argjum nú leygardagin hin 28. september 2019, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er svimjistevna fyri okkara yngru aldursbólkar, 1 til 4.
Innbjóðing til Ægir Open 5.-6. oktober 2019
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Svimjihøllini í Klaksvík hin 5. og 6. oktober 2019, sum Ægir skipar fyri. Hetta er ‘opin’ stevna har allir aldursbólkar kappast sum ein. Live Timing: http://livetiming.se/index.php?cid=4736Tilmeldingarfílur: http://livetiming.se/file_archive.php?cid=4736
Innbjóðing til Ægir Bólkastevnu 14. september 2019
Her er innbjóðing til Bólkastevnu í Klaksvíkar Svimjihøll hin 14. september 2019, sum Ægir skipar fyri. Hetta er stevna fyri aldursbólkarnar 1 til 4, har tey elstu eru gentur sum fylla 12 ella 13 ár í hesum kalendaraári, og dreingir … Continue reading
Kravtíðir til NM, NJM og EMS 2019
Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Norðurlendsku Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna í Tórshavn hin 29. november til 1. desember 2019, og til EvropaMeistarastevnuna á stuttgeil í Glasgow hin 4. til 8. desember 2019. Kravtíðirnar síggjast eisini her á hesi heimasíðu. … Continue reading
Innbjóðing til HS-stevnu í Havn hin 7. og 8. september 2019
Frá Havnar Svimjifelag: Av tí at løgtingsval er útskrivað at vera tann 31. august, sama leygardag, sum fyrsta stevna í sesongini eftir ætlan skuldi byrja í Havn, er avgjørt, við undirtøku frá øllum feløgum og í samráð við starvsnevndina í … Continue reading
Føroysk svimjiúrslit á EYOF 2019 í Baku
European Youth Olympic Festival endaði sum kunnugt nú í vikuskiftinum, har eisini føroyskir svimjarar royndu seg. Her niðanfyri lista vit upp svimjiúrslitini hjá føroyingunum.








