Category Archives: Kapping
Innbjóðing til Ægir Open 15. – 16. februar 2020
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll hin 15. og 16. februar 2020. Hetta er ‘opin’ stevna, har allir aldursbólkar kappast sum ein.
Innbjóðing til FLOT-stevnu 1. februar 2020
Svimjifelagið FLOT bjóðar til FLOT-stevnu í svimjihylinum á Toftum, leygardagin hin 1. februar 2020. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar: 1, 2 og 3. Sí viðfestu innbjóðing.
Kravtíðir til NMU 2020
Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2020, sum verður í Girstučio baseinas í Kaunas í Litava hin 11. og 12. juli 2020. Kravtíðarskeiðið er til og við FM á langgeil 2020. Úttøkuskipan: Kravtíðirnar síggjast eisini … Continue reading
Kravtíðir til EJM 2020
Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna 2020, sum verður í Aberdeen í Skotlandi frá 1. til 5. juli 2020. Kravtíðarskeiðið er til og við FM á langgeil 2020. Úttøkuskipan: Kravtíðirnar síggjast eisini her á hesi heimasíðu.
Kravtíðir til Danish Open 2020
Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Danish Open 2020, sum verður í Taastrup í Danmark hin 28. mars til 1. apríl, og sum er týdningarmesta úttøkustevna hjá dønum til Olympisku Leikir í Tokyo.
SSF viðgjørt spurningin um met í mix-stafett
Starvsnevnd SSF viðgjørdi á starvsnevndarfundi í gjárkvøldið spurningin um møguliga at góðkenna tíðina hjá Róki Trygvasyni sum føroyskt met, sum hann hin 1. desember 2019 svam á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni í Tórshavn, tá ið hann sum fyrsti svimjari í … Continue reading








