Category Archives: Kapping
So er tað ABMS 2020
Svimjisamband Føroyar skipar í vikuskiftinum fyri Aldursbólkameistarastevnuni 2020, sjálvsagt í serligum líki nú vit royna at umganga møguliga coronasmittu. Startlistarnir síggjast nú her á livetiming.se, umframt niðanfyri saman við tíðarætlanunum. ABMS2020-Kappingarskra-Leygardagur.pdf ABMS2020-Kappingarskra-Sunnudagur.pdf ABMS2020-Tidaraetlan-Leygardagur.pdf ABMS2020-Tidaraetlan-Sunnudagur.pdf
Kappingartilmæli SSF í sambandi við Corona
Her er kappingartilmæli SSF, sum ment í samstarvi við føroysku svimjifeløgini og almennu coronaráðgevingina. Hartil tilfar ið meira nágreiniliga vísir hvussu vit ætla at gera nú í sambandi við Aldursbólkameistarastevnuna 2020, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali hin 30. og … Continue reading
EM 2020 útsett til í mai 2021
Evropeiska svimjisambandið LEN hevur júst kunngjørt, at Evropameistarastevnan á langgeil 2020 nú verður frá 10. til 23. mai 2021, heldur enn í august 2020. Hetta vegna coronasóttina sum herjar um heimin. Staðurin er enn Budapest í Ungarn.
NMU 2020 avlýst
Litavar hava júst fráboðað, at Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2020 er avlýst, sum annars skuldi verða í Kaunas í Litava hin 11. og 12. juli 2020. Hetta vegna koronasóttina sum herjar um heimin.
HM 2021 flutt til mai 2022
Altjóða svimjisambandið FINA hevur fráboðað at HeimsMeistarastevnan á langgeil 2021 verður flutt til hin 13. til 29. mai 2022, sum annars skuldi verða í juli/august 2021. Hetta vegna støðuna við koronasótt sum herjar um heimin. Staðurin verður hin sami, Fukuoka … Continue reading
Innbjóðing til ABMS 2020 (2)
Góðu tit øll Her er nýggj innbjóðing til Aldursbólkameistarastevnuna 2020, sum nú útsett til hin 30. og 31. mai 2020. Her er ymiskt sum er væl øðrvísi enn í fyrru útgávu, til at fáa hesa stevnu at hóska til almennu … Continue reading








