Category Archives: Felagsskapur
Hug at velja og kunna veljast til íðkaranevnd ÍSF?
ÍSF sóknast eftir íðkarum sum hava valrætt ella valbæri til nýggju íðkaranevnd ÍSF. Íðkaranevndin umboðar sjónarmiðini hjá aktivu íðkarunum, og er ráðgevandi hjá starvsnevnd og undirnevndum ÍSF og Úrval í viðurskiftum hjá úrvalsíðkarum. Formaðurin í íðkaranevndini fær sæti í starvsnevnd … Continue reading
Tempus.fo í luftina
So er nýggja stevnuskipanin hjá føroysku svimjingini sett upp og klár at nýta, sum vit fara at brúka til at lýsa við svimjistevnum, savna inn tilmeldingar og úrslit, og til at draga samanum við hagtølum og styrkislistum.
Svimjisambandið sett landsliðsvenjara
Svimjisamband Føroya hevur í dag sett Kristian Martin Joensen úr Havn sum landsliðsvenjara fyri føroyska svimjilandsliðið, at byrja beinanvegin. Avtalan gongur fyribils fram til og við summarið 2022, sum við hesum tá vónandi verður eitt spennandi og mennandi ár fyri … Continue reading
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2021
Svimjisamband Føroya hevði í dag hin 27. mars 2021 sín árliga aðalfund, í hølunum hjá Runavíkar kommunu í Saltangará. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini val av nevndarlimum, har Símun Michael Sørensen og Ólavur Hansen stóðu … Continue reading
SSF-kalendarin avtalaður fyri svimjiárið 2021-2022
Svimjisamband Føroya skipaði í dag fyri kalendarafundi í hølunum hjá Runavíkar kommunu í Saltangará, har feløgini undir leiðslu av nýggju svimjinevndini løgdu kalendaran fyri svimjiárið 2021-2022, umframt at endurskoða nakrar lutir í kalendaranum nú hesa árshálvu eisini. Dagførdi kalendarin sæst … Continue reading
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2021
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í fundarhølunum hjá Runavíkar kommunu á Heiðavegi 13 í Saltangará, leygardagin hin 27. mars 2021 frá kl 13:00. Sí viðfesta skjal: ssf-adalfundur-2021-frabodan.pdf Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya. Vegna starvsnevnd SSF Rókur