Category Archives: Felagsskapur
Eykaaðalfundur 29. august kl. 12.00
Eykaaðalfundur verður í Svimjisambandinum leygardagin 29. august 2009 kl. 12.00 í ÍSF-húsinum sambært avgerð frá aðalfundinum 23. mai 2009. Skrá: – val av orðstýrara – viðgerð av uppskoti til reglugerð um sponsorviðurskifti – val av næstformanni – val av dómsnevnd
Stendur prísurin á Oyggjaleikum mát í mun til ítróttaliga støðið
Aðalfundur í Svimjisamband Føroya 23. mai 2009 Leygardagin var aðalfundur í Svimjisamband Føroya hildin í ÍSF-húsinum. Føroysku svimjifeløgini hittust, at viðgera farna tíðarskeðið. Í niðurløguni av frágreiðingi segði formaðurin, Jon Hestoy, soleiðis um Oyggjaleikir og kostnaðin: “Tað er ein stórur … Continue reading
Aðalfundur 23. mai kl. 12.00
NBNB Aðalfundurin er fluttur til kl. 12.00! Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum leygardagin 23. mai 2009 kl. 10.00. Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya
Langbana kravtíðir til Oyggjaleikir á Álandi
Starvsnevndin hevur á fundi 7. januar 2009 samtykt fylgjandi: Ad 2 Fundarfrágreiðingin varð lisin og góðkend við hesum viðm.: Umrokningar: – frá 25 m hyli til 50 m hyl: + 2% – frá 50 m hyli til 25 m hyl: … Continue reading
Startfelagsskap
Á fundi 7. januar 2009 samtyktið starvsnevndin nýggja reglugerð um startfelagsskap. Í hesum sambandið varð reglugerðin um limaskap og skifti av felagi eisini dagførd. Sí reglugerðirnar her: Reglugerð um startfelagsskap Reglugerð um limaskap og skifti af felag
Lógin dagførd
Lógin fyri Svimjisamband Føroya er nú dagførd her á síðuni.