Category Archives: Felagsskapur
Úrvalsvenjingarlega í Gundadali
Svimjisamband Føroya skipar nú 2. og 3. juni fyri venjingarlegu fyri ungar úrvalssvimjarar, við luttøku úr flestu feløgum. Talan er um svimjarar føddir millum 2002 og 2005.
Dagførdir skeiðshaldarar hjá Svimjiskúla Føroya
Svimjisamband Føroya skipaði í vikuskiftinum fyri skeiði fyri skeiðshaldarar hjá Svimjiskúla Føroya, sum er tað sum vit eisini kenna sum ‘Merkjaskipanin’. Hetta var eini endurtøka av tilsvarandi skeiði í 2007, við norska Per Irgens sum undirvísara.
Dómaraskeið í ÍSF-húsinum 20. mars 2017
Svimjisamband Føroya skipar nú í annaðkvøld hin 20. mars fyri dómaraskeiði frá kl 19 til 21 í ÍSF-húsinum, við yvirdómarar Dan Hjelm og Rúna Gaardbo sum undirvísarar. Hetta í sambandi við FM á stuttgeil 2017, sum verður í Svimjihøllini í … Continue reading
Innbjóðing til SuSvim-stevnu 4. og 5. mars 2017
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Páls Høll í Vági, leygardagin 4. og sunnudagin 5. mars 2017, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er opin stevna, tað vil siga uttan aldursavmarking.
Væleydnað SSF-ráðstevna í Skálavík
Svimjisamband Føroya skipaði sum kunnugt fyri ráðstevnu nú í vikuskiftinum, fyri nevndarlimum í svimjifeløgum og sambandinum. Endamálið var at fáa fram hvat ið vit ynskja við føroyskari svimjing, og halda vit sjálvi at tað eydnaðist sera væl.
Broyting í SSF Reglugerð fyri Meistarastevnur
Starvsnevnd SSF samtykti hin 22. februar 2017 at broyta grein 3 í okkara Reglugerð fyri Meistarastevnur … – frá – Grein 3 Allir svimjarar, ið eru limir í føroyskum svimjifeløgum og hava føroyskan svimjitjóðskap hava rætt at luttaka í meistarastevnunum. … Continue reading









You must be logged in to post a comment.