Category Archives: Felagsskapur
Innbjóðing til SuSvim-stevnu 4. og 5. mars 2017
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Páls Høll í Vági, leygardagin 4. og sunnudagin 5. mars 2017, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er opin stevna, tað vil siga uttan aldursavmarking.
Væleydnað SSF-ráðstevna í Skálavík
Svimjisamband Føroya skipaði sum kunnugt fyri ráðstevnu nú í vikuskiftinum, fyri nevndarlimum í svimjifeløgum og sambandinum. Endamálið var at fáa fram hvat ið vit ynskja við føroyskari svimjing, og halda vit sjálvi at tað eydnaðist sera væl.
Broyting í SSF Reglugerð fyri Meistarastevnur
Starvsnevnd SSF samtykti hin 22. februar 2017 at broyta grein 3 í okkara Reglugerð fyri Meistarastevnur … – frá – Grein 3 Allir svimjarar, ið eru limir í føroyskum svimjifeløgum og hava føroyskan svimjitjóðskap hava rætt at luttaka í meistarastevnunum. … Continue reading
Stór svimjiráðstevna í Skálavík í vikuskiftinum
Svimjisamband Føroya skipar nú 24. til 26. februar fyri ráðstevnu í Hotel Skálavík, fyri serliga nevndarlimum í svimjisambandi og svimjifeløgum. Eini 30 fólk fara við hjálp frá sálarfrøðinginum Helga Rasmussen at brúka vikuskiftið uppá at viðgera, hvat ið vit ætla við føroyskari … Continue reading
ÍSF søkir eftir aðalskrivara
Sí isf.fo/starv
Norðurlendsk ráðstevna um lívbjarging
Hesar tveir næstu dagarnar er norðurlendsk ráðstevna um lívbjarging, har eisini føroyingar luttaka. Hetta í Idrættens Hus í Brøndby,í forleingilsi av ráðstevnuni um skúlasvimjing. Úr Føroyum luttaka Sørin S. Djurhuus og Djóni Dalsgarð, sum umboð fyri Svimjisamband Føroya. Vit sum … Continue reading