Category Archives: Felagsskapur
Sørin og Djóni á norðurlendskum ársfundi í Svøríki
Teir báðir Sørin S. Djurhuus og Djóni Dalsgarð luttaka í hesum døgum vegna Svimjisamband Føroya á ársfundinum hjá norðurlendska lívbjargingarfelagsskapinum “the Nordic Lifesaving Group (NLG)”, sum er í Stokkhólmi í Svøríki.
SSF nú limur eisini í ILS/ILSE
Svimjisamband Føroya fekk nú fríggjadagin váttan um upptøku í altjóða svimjisambandinum ILS, og er tí at finna millum limirnar á heimasíðu sambandsins ilsf.org. Við hesum fylgir limaskapur eisini í evropeisku deildini ILSE.
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2019
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum hóskvøldið hin 6. juni 2019 frá kl 18:00. Sí viðfesta skjal: ssf-adalfundur-2019-frabodan.pdf Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya. Vegna starvsnevnd SSF Rókur
SSF aðalfundurin 2019 útsettur
Góðu tit øll Av ymiskum orsøkum, harav tann mest grundleggjandi er at aðalfundurin ikki var 100% rætt lýstur, verða vit noydd at útseta hann. Nýggj innkalling kemur ein av nærmastu døgum. Vegna starvsnevnd SSF Rókur
SSF og LEN á fund við ES um svimjiførleika
Í morgin ári fer undirritaði sum umboð fyri Svimjisamband Føroya til Bruxelles í Belgia, at fundast við evropeiska svimjisambandið LEN og ES og sikkurt onnur við, um hvussu betri svimjiførleiki kann minka um títtleikan av druknivanlukkum í Evropa.
Væleydnað SSF ráðstevna í Vági
Á breddanum var, umframt kalendarin, serliga tátturin “hvussu uppbyggja vit góða mentan í føroyskari svimjing”, undir leiðslu av psykoterapeutinum Dorthe Gyldenkærne, og hugarok til at loysa trupulleikan við manningatroti í nevndum og á svimjistevnum.