Category Archives: Lógir og reglugerðir
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2024
Svimjisamband Føroya hevði hin 13. apríl 2024 sín árliga aðalfund, á Panorama á Hotel Hafnia í Havn. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini innkomin mál frá starvsnevndini og einum felag, og val av formanni, nevndarlimi, tiltakslimi … Continue reading
Broyting í reglugerð SSF um bólkabýti
Sum fylgja av at World Aquatics og LEN herfyri broytti junioraldurin hjá kvinnum, so samtykti aðalfundur SSF hin 23. mars 2023 at vilja broyta sínar aldursbólkar eisini, so at junioraldurin hjá okkum aftur er sum í altjóða høpi, frá 1. … Continue reading
Broyting í lóg SSF og reglugerð um íðkaranevnd
Á aðalfundi SSF hin 23. mars 2023 varð samtykt at seta í verk viðfestu reglugerð fyri íðkaranevnd, við tilhoyrandi broyting í lóg SSF. Hartil varð samtykt at svimjinevnd SSF framyvir skal góðkenna heldur enn útnevna yvirdómarar. Vegna SSF Rókur
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2021
Svimjisamband Føroya hevði í dag hin 27. mars 2021 sín árliga aðalfund, í hølunum hjá Runavíkar kommunu í Saltangará. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini val av nevndarlimum, har Símun Michael Sørensen og Ólavur Hansen stóðu … Continue reading
Koronatilmæli SSF eru nú reglur
Starvsnevnd SSF samtykti á starvsnevndarfundi hin 27. august at vilja gera okkara koronatilmæli til koronareglur, soleiðis at eingin ivi skal vera um, at vit innan føroyska svimjing sjálvsagt royna at halda almennu tilmælini.
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2020
Svimjisamband Føroya hevði í dag hin 16. mai 2020 sín árliga aðalfund, á Parnassinum á Hotel Hafnia. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini val av nevndarlimum, har Sørin S. Djurhuus og Eyðun Húsgarð stóðu fyri vali, … Continue reading