Category Archives: Felagsskapur
SSF forfólkafundur 24. januar 2026
Svimjisamband Føroya skipaði í gjár fyri forfólkafundi í ÍSF-húsinum í Havn, har starvsnevnd SSF og forfólk og nevndarlimir úr limafeløgum SSF møttust til kunning og umrøða um framtíðarætlanir SSF, umframt onnur innanhýsis viðurskifti. Sí dagførdu virksemis- og landsliðsætlan her á … Continue reading
Svimjifelagið Neptun nú limur í SSF
Starvsnevnd SSF samtykti í gjárkvøldið at góðkenna umsókn frá Svimjifelagnum Neptun í Runavík, um limaskap í Svimjisambandi Føroya. Vit eru sostatt nú 8 virkin feløg í SSF. Vælkomin Neptun !
Íðkaranevnd SSF nú fullskipað
Val var nú uppundir jól til íðkaranevnd SSF, har forfólkið Signhild Rannváardóttir stóð fyri vali, umframt at pláss var fyri einum nevndarlimi afturat teimum fýra íroknað Signhild. Úrslitið varð at Signhild Rannváardóttir var afturvald og Bjørg Ólavsdóttir vald afturat henni, … Continue reading
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2026
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum, Eystara Bryggja 30 í Tórshavn, leygardagin hin 7. mars 2026 frá kl 12:00. Sí viðfesta skjal: SSF-adalfundur-2026-innkalling.pdf








