Category Archives: Breidd
Svimjifagnaðardagurin 2018 útsettur
Tíverri vóru tilmeldingarnar í so fáar til ætlaða Svimjifagnaðardagin í Klaksvík nú hin 1. juli 2018, og avgjørdi starvsnevnd SSF tí hóskvøldið at heldur vilja útseta hendan dagin til hin 15. ella 16. september 2018.
Svimjifagnaðardagurin 2018 nú fyri fleiri børnum og alt í senn
Sum kunnugt, so skipa SSF og Ægir fyri einum sokallaðum ‘svimjifagnaðardegi’ í Klaksvíkar Svimjihøll, nú sunnudagin hin 1. juli 2018, har vit ætla at hava tað stuttligt við og í vatni. Tíverri eru tað enn í so fá børn sum … Continue reading
Innbjóðing til Svimjifagnaðardagin 2018
Sunnudagin hin 1. juli 2018 skipa Svimjisamband Føroya og Ægir fyri einum stórum og vónandi sera stuttligum spælidegi í Klaksvíkar Svimjihøll. Tiltakið er ókeypis og ætlað øllum børnum sum ganga í 3. til 6. skúlaflokki, óansæð hvussu væl tey duga … Continue reading
Pál 7:50.81 og í HM-finalu í 800 frí
Pál Joensen svam seg í morgun trygt í HM-finalu í 800 metra frísvimjing, tá ið hann í Palau Sant Jordi høllini í Barcelona svam teinin uppá 7:50.81. Tað var næstbesta tíð í triðseinasta riðli, og rakk til eitt samanlagt sættapláss … Continue reading
Svimjiskúli Føroya á ráðstevnu í Noregi
Trý umboð fyri Svimjiskúla Føroya hava í vikuskiftinum verið á norðurlendskari ráðstevnu í Asker nær Oslo, at kunna seg um nýggjastu læruhættir innan grundleggjandi svimjifrálæru. Hendan norðurlendska ráðstevna verður í Tórshavn í 2012, undir leiðslu av Svimjisambandi Føroya.
Super svimjidagur í Sørvági
Fýra umboð fyri Svimjisamband Føroya vóru leygardagin á vitjan í Sørvági, at skipa fyri venjing, kapping og fundi um svimjing saman við góðum fólki har vesturi. Hetta gjørdist ein fínur dagur, har ið børn og vaksin stuttleikaðu sær saman, og … Continue reading