Category Archives: Á breddanum
Super svimjidagur í Sørvági
Fýra umboð fyri Svimjisamband Føroya vóru leygardagin á vitjan í Sørvági, at skipa fyri venjing, kapping og fundi um svimjing saman við góðum fólki har vesturi. Hetta gjørdist ein fínur dagur, har ið børn og vaksin stuttleikaðu sær saman, og … Continue reading
Pál Joensen á venjingarlegu í Potsdam
Pál Joensen og Jón Bjarnason fóru mánadagin 4. januar til Potsdam í Týskalandi, at venja har í 12 dagar saman við harðastu svimjarum úr Týskalandi, Avstralia, Italia, Spania og Suðurafrika. Talan er um fyrstu “Battle Training Camp” venjingarlegu millum hesi … Continue reading
Pál Joensen World Cup vinnari og nýtt norðurlendskt met
Á øðrum degnum á FINA World Cup í Moskva lukkaðist tað hjá Pál. Ein framúrskarandi 1500 metur, væl svomin og sigurin var ongantíð í iva. Tá avtornaði vann Pál við tíðini 14:32.64 næstan sjey sekund framman fyri Vitaly Romanovich úr … Continue reading
Oyggjaleikakravtíðin 2011, silvur ella betri
Svimjisambandið hevur ásett kravtíðir fram til HM í 2011
Eykaaðalfundur 29. august kl. 12.00
Eykaaðalfundur verður í Svimjisambandinum leygardagin 29. august 2009 kl. 12.00 í ÍSF-húsinum sambært avgerð frá aðalfundinum 23. mai 2009. Skrá: – val av orðstýrara – viðgerð av uppskoti til reglugerð um sponsorviðurskifti – val av næstformanni – val av dómsnevnd
Oyggjaleikalandsliðið vant í Havn
Fríggjakvøldið og leygardagin vandi oyggjaleikalandsliðið í Havn. Hetta er fyrstu ferð at hópurin er samlaður síðani úttøkustevnurnar í vár.