Category Archives: Á breddanum
Føroyar nr 2 á Small States 2010
Teir ungu svimjararnir úr Føroyum vístu veruliga tenn á evropeisku meistarastevnuni fyri smáar tjóðir, sum var í Íslandi farna vikuskifti. Í seniorbólkinum vunnu tey 6 gull, 12 silvur og 6 bronsu, og í juniorbólkinum 15 gull, 9 silvur og 6 … Continue reading
Pál fimtbestur í Monaco
Tað bleiv til eitt fimtapláss í 400 frí og eitt 17. pláss í 200 frí, tá ið Pál Joensen her um vikuskiftið kappaðist á altjóða Mare Nostrum svimjistevnuni í Monaco. Tíðirnar hjá Páli vóru nakað verri enn tað sum hann … Continue reading
Pál til Mare Nostrum at kappast
Pál Joensen fer hesa næstu góða vikuna at kappast á Mare Nostrum svimjistevnunum í Monaco, Barcelona og Canet en Roussillon, sum liður í sínum fyrireikingum fram ímóti EM í Budapest í summar. Mare Nostrum stevnurnar eru millum allarstørstu tiltøk í … Continue reading
Enn eitt frálíkt FM og JM í svimjing
Farna vikuskiftið var aftur stór svimjistevna í Tórshavn, við avbera góðum úrslitum. Føroyameistarastevnan og Juniormeistarastevnan 2010 var triðju ferð innan fyri eitt ár at Svimjisamband Føroya saman við Kringvarpi Føroya hevur skipað fyri sjónvarpaðari svimjistevnu í fullskrýddari høll, og hvørki … Continue reading
FM og JM í svimjing 2010
Nú hósmorgunin 13. mai byrjar árliga Føroyameistarastevnan í svimjing, ið er hæddarpunktið í heimliga svimjikalendaranum. Kappast verður í Svimjihøllini í Gundadali, hósdag til leygardag 13. til 15. mai, við avgerandi juniormeistarastevnu um morgunin, og beinleiðis sjónvarpaðum finalum um kvøldið. Føroyameistarastevnan … Continue reading
2 føroysk met og 5 juniormet
Stór svimjistevna var í Klaksvík í gjár, har bæði ung og gomul royndu seg. 12 kvinnur og 29 mans í aldri frá árgang 1945 til 1983 høvdu meldað seg til kappingina afturat vanligu svimjarunum, soleiðis at aldurin strekti seg líka … Continue reading