Category Archives: Á breddanum

Føroyingar á evropameistarastevnu í Budapest

Nú mánamorgun 9. august byrjar evropameistarastevnan í svimjing á langgeil, sum í ár er í Budapest í Ungarn. Fyri Føroyar luttaka Pauli Ø. Mohr og Pál Joensen, á hesi fyrstu veruliga stóru altjóða svimjistevnu eftir at superdraktirnar eru burtur.

Posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on Føroyingar á evropameistarastevnu í Budapest

Pál nr 4 av 5000 í London

Pál Joensen luttók í vikuskiftinum í árliga Great Swim tiltakinum í London, sum innboðin altjóða svimjistjørna. Hóast at hetta var fyrstu ferð at Pál royndi seg veruligari “open water” svimjing, so varð úrslitið avbera gott, eitt fjórðapláss í kapping við … Continue reading

Posted in Á breddanum | Comments Off on Pál nr 4 av 5000 í London

Nýtt føroyskt met í 4×100 frí hjá kvinnum

Tær fýra Cecilia Eysturdal, Guðrun Mortensen, Tanja Skaalum og Turið S. Christiansen megnaðu her fyri løtu síðani at seta nýggj føroyskt met og juniormet í 4×100 frí, við tíðini 4:19.01 har føroyska metið og juniormetið frá Small States 2010 var … Continue reading

Posted in Á breddanum, Tíðindaskriv | Comments Off on Nýtt føroyskt met í 4×100 frí hjá kvinnum

Magnus vann 50 rygg á NMU 2010

Magnus Jákupsson vann her fyri løtu síðani 50 metra ryggsvimjing á norðurlendsku meistarastevnuni fyri ung, sum er í Drammen í Noregi nú 3. og 4. juli 2010. Tíðin hjá Magnusi var nýtt føroyskt juniormet, 27.68 har juniormetið hjá Kára J. … Continue reading

Posted in Á breddanum, Tíðindaskriv | Comments Off on Magnus vann 50 rygg á NMU 2010

Útlit til heiðursmerki í Drammen

Komandi vikuskifti fara 8 føroyskir svimjarar at kappast á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung, sum verður í Drammen í Noregi. Hetta er kapping millum norðurlendsku svimjitjóðirnar annaðhvørt ár, fyri aldursbólkin beint undir junioraldur. Og útlitini eru góð, nú føroysku svimjararnir sambært … Continue reading

Posted in Á breddanum, Tíðindaskriv | Comments Off on Útlit til heiðursmerki í Drammen

Pál vann bronsu í Canet

Pál Joensen megnaði í vikuskiftinum at vinna bronsuheiðursmerki á altjóða Mare Nostrum svimjistevnuni í Canet en Roussillon. Hetta var í 1500 metrar frísvimjing, í harðari kapping við millum annað heimsmeistaran Oussama Mellouli, og ímóti langteinarum í heimsklassa sum ikki áðrenn … Continue reading

Posted in Á breddanum, Tíðindaskriv | Comments Off on Pál vann bronsu í Canet