Lívbjarging

Ásannandi at tað í endamálsorðingini í evstulógin hjá Svimjisamband Føroya millum annað stendur –

“AT menna og skapa áhuga fyri svimjing og at betra um heilsu­støð­una og møguleikanum fyri lívbjargni.”

– tók Svimjisamband Føroya í 2009 ta prinsippavgerð, at eingin venjing eigur at fara fram í føroysku svimjifeløgunum, uttan at lívbjargari er til staðar.

Við tí víðkaða endamáli, at hvør føroyingur er svimjari, og at hvør føroyingur er lívbjargari.

Lívbjargarar í Gundadali. Jórun Eið eigur myndina
Lívbjargarar í Gundadali. Jórun Eið Johannesen eigur myndina

Eitt átak varð sett í verk til at fáa útbúgvið okkara egnu lívbjargingardómarar, og at tryggja at allir svimjivenjarar høvdu galdandi lívbjargingarprógv. Hetta við hjálp frá danska svimjisambandinum, sum hevði fólk til at vit kundu byggja upp okkara egnu skipan.

Okkara fyrstu 13 lívbjargingardómarar tóku prógv í oktober 2009, so at teir kundu geva tvey lívbjargingarprógv: “Lívbjargararoyndina” til svimjarar yvir 17 ár, sum gevur rætt til at arbeiða sum lívbjargari, og “Lítlu lívbjargararoyndina” til svimjarar sum eru millum 13 og 17 ár.

Fyrstu 13 lívbjargingardómarar. Jon Hestoy eigur myndina
Fyrstu 13 lívbjargingardómarar. Jon Hestoy eigur myndina

Í 2014 Sørin S. Djurhuus prógv sum ‘instruktør-instruktør’, ið gevur rætt at geva lívbjargingardómarum prógv, og í 2015 prógv sum undirvísari í lívbjargandi fyrstuhjálp og nýtslu av hjartastartara. Hann var so oddamaður fyri lívbjargingarskipan SSF, til í 2022 tá ið SSF fór aftur til útbúgvingar- og eftirlitsskipanina hjá dønum.

Sørin S. Djurhuus instruktør-instruktør
Sørin S. DJurhuus instruktør-instruktør

Á heysti 2022 tóku 7 kvinnur og 3 menn prógv sum lívbjargingardómarar her í Føroyum, og eru tað nú hesi sum eru góðkendir lívbjargingardómarar hjá Svimjisambandi Føroya, við útbúgving frá og undir eftirliti av danska svimjisambandinum.

Her sæst, hvørji hesi 10 eru: https://ssf.fo/livbjarging/livbjargingardomarar/

Okkara lívbjargingarskipan umfatar:

  • tilbúgving av svimjihallum
  • undirvísing og próvtøka av lívbjargarum
  • undirvísing og próvtøka av lívbjargingardómarum
  • undirvísing í lívbjargandi fyrstuhjálp og nýtslu av hjartastartara

Prógvið hjá lívbjargarum skal endurnýggjast á hvørjum ári, meðan tað hjá lívbjargingardómarum skal endurnýggjast triðja hvørt ár.

Svimjisamband Føroya kann sostatt bjóða ein pakka av trygdartiltøkum, sum eftir okkara tykki dekkar tørvin í føroyskum svimjihallum, frá tí at minka sum mest um vandan fyri at druknivanlukkan kann henda, til so vítt gjørligt at tryggja skjóta hjálp, um vanlukkan allíkavæl skuldi komið fyri.

Havi tit spurningar til hesa skipan, kunnu tit venda tykkum til lívbjargingarsamskipara okkara:

Sólgerð Maria Joensen
Svimjisamband Føroya
Tlf +298 207036
livbjarging@ssf.fo