Author Archives: rokur
Elisabeth og Ró víðari til finalur, 3. dag á NM/NJM 2021
Síðstu innleiðandi riðlar vórðu avgreiddir nú í morgun á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021, har Elisabeth Erlendsdóttir megnaði at koma víðari til juniorfinaluna í 200 rygg, og Ronja Ró í Dímun til seniorfinaluna í 100 frí. Hartil skal føroyska kvinnustafettin … Continue reading
Elisabeth 1:01.42 og silvur á NJM 2021 !!
Elisabeth Erlendsdóttir hevur júst svomið seg til óføra flott silvur á NJM 2021 í Upplands Väsby í Svøríki! Hon var éin hundraðpart frá gullinum. Sí úrslitalistan her Super !
Beinleiðis stroyming frá NM/NJM 2021
Hygga síggj, har er stroyming, sí SuperLive á livetiming.se Finaluparturin nú seinnapartin er frá k 16:00, føroyska tíð
Upp og niður, næsta dag á NM/NJM 2021
Tað gekk eitt sindur upp og niður hjá føroysku svimjarunum, hendan næsta dagin við innleiðandi riðlum á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021, sum er í Upplands Väsby í Svøríki.
Elisabeth 28.63 og juniormet í 50 rygg
Elisabeth Erlendsdóttir setti fyri løtu síðani flott nýtt føroyskt juniormet í 50 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon í finaluni á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2021 í Upplands Väsby í Svøríki svam teinin uppá 28.63 sekund.
Fín byrjan uppá NM/NJM 2021
So byrjaði Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan 2021 í Upplands Väsby, við innleiðandi riðlum nú fyrrapartin. Føroyingarnir høvdu ein heldur harðan ferðadag í gjár; men eru glaðir um síni avrik í morgun, har fleiri svumu bestu tíðir, og onnur vóru nær … Continue reading








