Author Archives: rokur

So er tað EM 2022 í Róm

Evropameistarastevnan 2022 byrjar nú hósdagin hin 11. august, við luttøku av eisini tveimum føroyskum svimjarum. Føroyska ferðalagið fer úr Vágum nú hvørja løtu, til Róm har Alisa kemur afturat av venjingarlegu í Spania.

Posted in Kapping | Tagged , | Comments Off on So er tað EM 2022 í Róm

Viðmerkingar til altjóða druknivanlukkufyribyrgingardagin 2022

Nú dagurin er her, og hetta átak hevur verið í gongd síðani mikudagin, so eru nakrar viðmerkingar komnar til hetta ymiska, harav onkur enntá fleiri ferðir. At lista upp her, har okkurt kanska kemur afturat í leypi av degnum í … Continue reading

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Viðmerkingar til altjóða druknivanlukkufyribyrgingardagin 2022

Altjóða dagur til fyribyrging av druknivanlukkum

So er hann her, altjóða druknivanlukkufyribyrgingardagurin 2022. Tunlarnir eru longu farnir í blátt, og aðrir bygningar fara væntandi at lýsa blátt í kvøld. Svimjisambandið hevur bás í SMS, har eisini umboð fyri Betri eru í dag. Fylgið við serliga á … Continue reading

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Altjóða dagur til fyribyrging av druknivanlukkum

Føroyar varpa ljós á altjóða dagin til fyribyrging av druknivanlukkum, 25. juli

Hesa komandi vikuna verður ljós varpað á altjóða dagin til fyribyrging av druknivanlukkum, sum Sameindu Tjóðir hevur ásett at vera á hvørjum ári hin 25. juli. Eitt kunningarátak verður sjósett við sergjørdari heimasíðu sum miðdepli, og blátt ljós fer at … Continue reading

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Føroyar varpa ljós á altjóða dagin til fyribyrging av druknivanlukkum, 25. juli

FINA hjálparvenjaraskeið í Havn hin 16. til 18. september 2022

Svimjisamband Føroya fekk herfyri tillutað eitt venjaraskeið frá altjóða svimjisambandinum FINA, at verða í Tórshavn vikuskiftið hin 16. til 18. september 2022. Hetta er skeið sum tað vit høvdu í 2018, har luttakararnir tá verða FINA góðkendir hjálparvenjarar, við møguleika … Continue reading

Posted in Óbólkað | Comments Off on FINA hjálparvenjaraskeið í Havn hin 16. til 18. september 2022

So er tað NMU 2022

Í morgin byrjar Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2022, sum í ár er í Tallinn í Estonia. Úr Føroyum luttaka átta svimjarar, og verður stevnan stroymað á YouTube. Sí luttøkuna í viðfestu fílu.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on So er tað NMU 2022