Author Archives: rokur

Úrslit frá HS Jól 12. og 13. desember 2025

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú fríggjakvøldið hin 12. og leygardagin hin 13. desember 2025. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá HS Jól 12. og 13. desember 2025

Føroysk úrslit 3. dag á EMS 2025

Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) royndi seg í dag í 100 rygg á EM á stuttgeil 2025 í Lublin, og varð har nr 27 av 30 við tíðini 1:02.53. Sostatt undir kravið til at hoyra til stig 2 í úrvalsskipan ÍSF, … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Føroysk úrslit 3. dag á EMS 2025

Føroysk úrslit 1. dag á EMS 2025

Fyrsti dagur er farin afturum á EM á stuttgeil 2025, og høvdu vit tveir svimjarar í hylinum. Lea O. Højsted (2008, Ægir) svam seg til úrslitið 1:10.83 í 100 bringu, og Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) til 1:01.81 eisini í … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Føroysk úrslit 1. dag á EMS 2025

Innbjóðing til HS Jól 12. og 13. desember 2025

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, fríggjakvøldið 12. og leygardagin 13. desember 2025. Sum nakað serligt, lovar HS gávukort á 1000 kr til tann ið klárar at seta føroyskt met á hesari … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til HS Jól 12. og 13. desember 2025

So er tað EM á stuttgeil 2025

Í morgin ári byrjar EM á stuttgeil 2025, sum í ár er í Lublin har eysturi í Póllandi, frá týsdegi 2. til sunnudag 7. desember 2025. Tey eru eini 533 svimjarar úr 45 londum, har í millum 4 úr Føroyum. … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on So er tað EM á stuttgeil 2025

Startlistar til NM/NJM 2025

Íslendingar skipa nú í vikuskiftinum fyri Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2025, í Laugardalslaug í Reykjavík. Úr Føroyum luttaka 10 svimjarar, íroknað 2 para-svimjarar, og sær tað út til at møguleikin fyri heiðursmerki er heilt hampuliga góður. Sí startlistarnar her á … Continue reading

Posted in Óbólkað | Comments Off on Startlistar til NM/NJM 2025