Author Archives: rokur
Rúgva av føroyskum svimjarum til Reykjavík International Swim Meet 2023
Íslendska svimjisambandið skipar nú í vikuskiftinum fyri Reykjavík International Swim Meet 2023, har eisini ein rúgva av føroyskum svimjarum fara at luttaka. Startlistin sæst her á SwimRankings, og sum skilst fara tey at stroyma eisini.
Úttøka til ungdómslandsliðslegu í Vági, 10. – 12. februar 2023
Her er úttøka til ætlaðu venjingarlegu í Vági, vikuskiftið 10. til 12. februar 2023, umframt tilhoyrandi skrá. Leggið til merkis, at tey yngru fara heim leygarkvøldið 11. Feløgini eru biðin um at fráboða í seinasta lagi mánadagin hin 30. januar 2023, um … Continue reading
Innbjóðing til FLOT-stevnu 4. februar 2023
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið FLOT skipar fyri í svimjihøllini á Toftum, leygardagin hin 4. februar 2023.
Úrslit frá SuSvim Open 14. og 15. januar 2023
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni SuSvim Open, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 14. og sunnudagin 15. januar 2023. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á Swimify, her á Tempus og her á … Continue reading
Luttakaralistar til SuSvim Open 14. og 15. januar 2023
Her eru luttakaralistarnir til svimjistevnuna SuSvim Open sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll hin 14. og 15. januar 2023. Sí innbjóðingina her og nýggja Swimify sum fer at avloysa livetiming.se








