Author Archives: rokur
Broyting í lóg SSF og reglugerð um íðkaranevnd
Á aðalfundi SSF hin 23. mars 2023 varð samtykt at seta í verk viðfestu reglugerð fyri íðkaranevnd, við tilhoyrandi broyting í lóg SSF. Hartil varð samtykt at svimjinevnd SSF framyvir skal góðkenna heldur enn útnevna yvirdómarar. Vegna SSF Rókur
Elisabeth 29.94 og gullnál í 50 rygg
Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag svam seg fyri løtu síðani til gullnál, tá ið hon í C-finaluni í 50 metra ryggsvimjing svam seg til úrslitið 29.94 sekund, har gullnálatíðin er 29.96 sekund. Persónliga metið hjá Elisabeth var 30.09 áðrenn … Continue reading
Lea 34.01 og nýtt føroyskt met í 50 bringu
Lea Osberg Højsted (2007) úr Ægir setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í C-finaluni á Danish Open 2023 svam seg til úrslitið 34.01 sekund. Hon átti sjálv … Continue reading
Úrslit frá Reysta-stevnuni 25. mars 2023
Her eru úrslitini frá svimistevnuni sum Svimjifelagið Reysti skipaði fyri í svimjihøllini í Leirvík, nú leygardagin hin 25. mars 2023. Hetta var svimjistevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1 til 3, tilsamans vóru tey eini 128 sum kappaðust í Leirvík í … Continue reading
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2023
Svimjisamband Føroya hevði í kvøld hin 23. mars 2023 sín árliga aðalfund, á Panorama á Hotel Hafnia í Havn. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini ein røð av innkomnum málum frá starvsnevndini, og val av næstformanni, … Continue reading
Úrslit frá HS Open 18. og 19. mars 2023
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni HS Open, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 18. og sunnudagin 19. mars 2023. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á swimrankings.net og her á tempus.fo








