Author Archives: rokur
Lea 1:11.47 og føroyskt met í 100 bringu
Lea Osberg Højsted (2008) úr Ægir setti í kvøld føroysk met og juniormet í 100 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Atlantic Open 2023 stevnuni í Havn svam seg til úrslitið 1:11.47. Ásbjørg Hjelm átti føroyska metið og … Continue reading
Isak 2:06.94 og ájavnt við juniormetið í 200 firvald
Isak Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjifelag svam í gjár ájavnt við føroyska juniormetið í 200 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, tá ið hann á Atlantic Open stevnuni í Havn svam hendan tein uppá 2:06.94, har juniormetið hjá Óla Mortensen frá 2014 … Continue reading
Innbjóðing til HS-stevnu 22. apríl 2023
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 22. apríl 2023, fyri okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4.
Luttakaralistar til Atlantic Open 2023
Um eina viku byrjar Atlantic Open 2023, sum er síðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir á Guernsey í summar. Viðfestur er luttakaralistin nú tilmeldingarfreistin er farin, tilmeldingarnar síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimify.com
Innbjóðing til ABMS 2023
Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna 2023 (ABMS 2023), sum verður í Klaksvíkar Svimjihøll hin 6. og 7. mai 2023.
Broyting í reglugerð SSF um bólkabýti
Sum fylgja av at World Aquatics og LEN herfyri broytti junioraldurin hjá kvinnum, so samtykti aðalfundur SSF hin 23. mars 2023 at vilja broyta sínar aldursbólkar eisini, so at junioraldurin hjá okkum aftur er sum í altjóða høpi, frá 1. … Continue reading








