Author Archives: rokur

So er tað NMU 2023

Hetta vikuskiftið er Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2023 í Jönköping, við luttøku av eisini tveimum ungum føroyskum svimjarum. Luttakaralistarnir síggjast nú her á Swimify, sviar heilsa at teir ætla at stroyma frá hesi stevnu.

Posted in Kapping | Comments Off on So er tað NMU 2023

Broytingar í kalendara SSF fyri 2024

Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at vilja gera fylgjandi broytingar í kalendara SSF fyri 2024: FML/JML 2024 verður (á langgeil) í Vági hin 10. til 12. mai 2024 Atlantic Open 2024 verður á stuttgeil í Havn hin 28. til 30. juni 2024

Posted in Felagsskapur, Kapping | Comments Off on Broytingar í kalendara SSF fyri 2024

Broyttar úttøkur HM og EM U23

Tíverri verður Vár Eidesgaard ikki at síggja á stevnum fyri SSF í summar, og hevur starvsnevndin tí endurskoðað úttøkuna til Oyggjaleikir, HM og EM U23, sum Vár annars var úttikin til.

Posted in Kapping | Comments Off on Broyttar úttøkur HM og EM U23

So er tað FM/JM á langgeil 2023

Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa hetta vikuskiftið fyri árligu FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2023, í Páls Høll í Vági. Stevnan byrjar nú við innleiðandi riðlum og juniormeistarastevnu nú fríggjamorgunin kl 09:30, og fyrstu FM-finalur eru so aftur frá … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on So er tað FM/JM á langgeil 2023

Startlisti til FML/JML 2023

Her eru luttakaralistarnir til FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna á Langgeil 2023, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági, fríggjadagin 16. til sunnudagin 18. juni 2023. Listarnir finnast eisini á LiveTiming.se og Swimify.com

Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti til FML/JML 2023

So er tað Sumarmót Íslands 2023

Hetta vikuskiftið eru 15 ungir svimjarar úr Føroyum í Íslandi, har tey fara at kappast á Sumarmót Íslands 2023. Støðan hevur vegna verkfall verið eitt sindur óviss vegna, men eru tey nú klár til um eina løtu at fara at … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on So er tað Sumarmót Íslands 2023