Author Archives: rokur
Dagførd úttøkuskipan til NM/NJM 2023
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at gera viðfestu tillagingar í úttøkuskipanini til NM/NJM 2023, so at aldursbólkarnir samsvara við teir á stevnuni nýttu. Avbjóðingin var, at World Aquatics í februar broytti sín junioraldur, sum so eftirfylgjandi varð broyttur eisini hjá LEN, NSF og … Continue reading
Úttøkuskipan til HM 2024 í Doha
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi HeimsMeistarastevnu, sum verður í Doha í Katar frá 2. – 18. februar 2024, har sjálv svimjistevnan er 11. – 17. februar 2024. Við fyrivarni fyri møguligum feilum ella komandi broytingum.
Val til Íðkaranevnd SSF
Góðu forfólk! Sum tykkum kunnugt, so hevur tað í eina tíð verið arbeitt fram ímóti at fáa mannað eina íðkaranevnd undir SSF. Inntil víðari hava tað verið Signhild og Pál sum hava sitið í nevndini, men vit fara nú undir … Continue reading
Svimjifelagið Hellufossur nýtt felag í SSF
Starvsnevnd SSF samtykti hóskvøldið hin 19. oktober 2023 at góðkenna Svimjifelagið Hellufoss í Kvívík sum lim í Svimjisambandi Føroya, og hevur Svimjisambandið tí nú 7 virkin feløg.
Innbjóðing til ABMS Sprint 2023
Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna í Sprint 2023 (ABMS Sprint 2023), sum verður í Klaksvíkar Svimjihøll hin 18. november 2023.
Innbjóðing til SuSvim-stevnu í Vági 28. oktober 2023
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Vági hin 28. oktober 2023, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri til okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4. Svomið verður breiddir í Páls Høll í Vági.








