Author Archives: rokur
Hvat heldur TÚ at føroysk svimjing skal leggja dent á?
Her er spurnarblað sum tú kanst hjálpa okkum við at fylla út og senda inn, so at vit í Svimjisambandinum betur vita, hvat ið vit øll ynskja at føroysk svimjing fæst við. https://form.jotform.com/221586592136057
Landsliðslega í Vági
Hetta vikuskiftið er landsliðslega í Vági, undir leiðslu av landsliðsvenjaranum Kristian Martin Joensen. Luttakararnir eru tey sum eru úttikin til altjóða meistarastevnur í summar, umframt nøkur afturat teimum.
Úttøkur til NM, EJM og EM 2022
Starvsnevnd SSF samtykti í gjárkvøldið at vilja bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á NMU, EJM og EM 2022:
Úrslit frá FM og JM á langgeil 2022
Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2022, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipaðu fyri í Páls Høll í Vági, nú hin 4. til 6. juni 2022. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se
HS 3:54.52 og føroyskt met í 4×100 frí fyri mix-lið
Havnar Svimjifelag setti í gjár føroysk met í 4×100 metra frísvimjing fyri mix-lið, tá ið tey í finaluni á Føroyameistarastevnuni 2022 svumu hendan tein uppá 3 minuttir, 54 og 52 hundraðpartar. Havnar Svimjifelag átti nú farna metið á 3:56.41, frá … Continue reading
HS 4:16.85 og stórt føroyskt met í 4×100 blandað fyri mix-lið
Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 4×100 metra blandaðari svimjing fyri mix-lið, tá ið tey í finaluni á Føroyameistarastevnuni á langgeil 2022 svumu teinin uppá 4 minuttir, 16 sekund og 85 hundraðpartar. Suðuroyar Svimjifelag átti … Continue reading