Author Archives: rokur
Innbjóðing til HS Open 13. – 14. februar 2026
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, fríggjakvøldið 13. og leygardagin 14. februar 2026.
Úrslit frá FLOT-stevnuni 31. januar 2026
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Svimjifelagið FLOT skipaði fyri í svimjihylinum í Tofta skúla, nú leygardagin hin 31. januar 2026. Tilsamans vóru tey 280 svimjarar sum kappaðust hendan dagin, úr yngstu bólkum okkara 1, 2 og 3.
SSF forfólkafundur 24. januar 2026
Svimjisamband Føroya skipaði í gjár fyri forfólkafundi í ÍSF-húsinum í Havn, har starvsnevnd SSF og forfólk og nevndarlimir úr limafeløgum SSF møttust til kunning og umrøða um framtíðarætlanir SSF, umframt onnur innanhýsis viðurskifti. Sí dagførdu virksemis- og landsliðsætlan her á … Continue reading
Svimjifelagið Neptun nú limur í SSF
Starvsnevnd SSF samtykti í gjárkvøldið at góðkenna umsókn frá Svimjifelagnum Neptun í Runavík, um limaskap í Svimjisambandi Føroya. Vit eru sostatt nú 8 virkin feløg í SSF. Vælkomin Neptun !
Úrslit frá SuSvim Open 10. januar 2026
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni SuSvim Open Jan 2026, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 10. januar 2026. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify
Startlistar til SuSvim Open 10. januar 2026
Suðuroyar Svimjifelag skipar í morgin leygardag hin 10. januar 2026 fyri ársins fyrstu svimjistevnu, í Páls Høll í Vági. Tey eru tilsamans 65 tilmeldaðir svimjarar úr 4 feløgum – 23 úr SuSvim, 22 úr HS, 14 úr Ægir og 6 … Continue reading








