Author Archives: rokur
Innbjóðing til HS Jól 12. og 13. desember 2025
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, fríggjakvøldið 12. og leygardagin 13. desember 2025. Sum nakað serligt, lovar HS gávukort á 1000 kr til tann ið klárar at seta føroyskt met á hesari … Continue reading
So er tað EM á stuttgeil 2025
Í morgin ári byrjar EM á stuttgeil 2025, sum í ár er í Lublin har eysturi í Póllandi, frá týsdegi 2. til sunnudag 7. desember 2025. Tey eru eini 533 svimjarar úr 45 londum, har í millum 4 úr Føroyum. … Continue reading
Startlistar til NM/NJM 2025
Íslendingar skipa nú í vikuskiftinum fyri Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2025, í Laugardalslaug í Reykjavík. Úr Føroyum luttaka 10 svimjarar, íroknað 2 para-svimjarar, og sær tað út til at møguleikin fyri heiðursmerki er heilt hampuliga góður. Sí startlistarnar her á … Continue reading
FS-stevnan 29. november 2025 avlýst
FS-stevnan sum eigur at verða leygardagin 29. november 2025, er avlýst vegna arbeiði uttanfyri høllina.
Ársins 2025
Íðkaranevnd SSF skipaði í gjár fyri ársins gallaveitslu á Hotel Norð á Viðareiði, har millum annað ársins heiðrar 2025 vórðu kunngjørdir. Afturvendandi eru ársins svimjarar og ársins stjørnuskot, og afturat teimum høvdu íðkaranevndin skipað fyri eini røð av heiðrum afturat.
Úrslit frá FMS/JMS 2025
Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarstevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2025, sum Ægir og Svimjisamband Føroya skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú 7. til 8. november 2025. Sí eisini úrslitini her á Swimify og her á SwimRankings








