Author Archives: rokur

Ófør úrslit á EJM 2024 eisini

Teir báðir Heini og Isak luttaka sum kunnugt hesa vikuna á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni 2024, í Vilnius í Litava. Og har gongur heilt væl hjá teimum, nú Isak fyrr í vikuni setti føroyskt met í 200 firvald, og báðir hava betrað … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Ófør úrslit á EJM 2024 eisini

Nógv føroysk met og juniormet í seinastuni

Hesir síðstu mánaðirnir hava verið sera góðir fyri føroyska svimjing, tá ið tað kemur til betring av føroyskum metum og juniormetum. Her er eitt yvirlit yvir met sett síðani í mai.

Posted in Kapping | Comments Off on Nógv føroysk met og juniormet í seinastuni

Líggjas besta avrik á NMU 2024

Gløgga eygað hevur sikkurt longu uppdagað, at Líggjas heldur í eini sjokulátaplátu, har á myndini í sambandi við hansara gull í 400 frí á NMU 2024. Handan var vinningurin tí at hann kláraði besta avrik av øllum dreingjum á hesi … Continue reading

Posted in Óbólkað | Comments Off on Líggjas besta avrik á NMU 2024

SSF-dreingir 7:56.77 og bronsu og stórt føroyskt landsliðsmet í 4×200 frí á NMU 2024

Dreingirnir hjá okkum megnaðu í dag at vinna flott norðurlendskt bronsuheiðursmerki í 4×200 metra frísvimjing á langgeil, tá ið teir á NMU 2024 í Helsinki svumu seg til úrslitið 7:56.77. Sí úrslitalistan her

Posted in Óbólkað | Comments Off on SSF-dreingir 7:56.77 og bronsu og stórt føroyskt landsliðsmet í 4×200 frí á NMU 2024

Lea 1:14.06 og stórt nýtt føroyskt met í 100 bringu

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) megnaði í dag at seta stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2024 svam seg til úrslitið 1:14.06. Sí úrslitalistan her

Posted in Óbólkað | Comments Off on Lea 1:14.06 og stórt nýtt føroyskt met í 100 bringu

Líggjas 4:06.17 og gull í 400 frí á NMU 2024

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í morgun at vinna eitt gullheiðursmerki afturat á Norðurlendsku Meistarstevnuni fyri Ung 2024, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 4:06.17. Sí úrslitalistan her

Posted in Óbólkað | Comments Off on Líggjas 4:06.17 og gull í 400 frí á NMU 2024