Author Archives: rokur
Sølvi nýggi aðalskrivari SSF
Starvsnevnd SSF hevur sett Sølva Reinert Hansen í starv sum aðalskrivari í Svimjisambandi Føroya, frá 1. september. Uppgávan er at hjálpa at fyriskipa og menna føroyska svimjing, umframt tilhoyrandi virksemi so sum lívbjarging og svimjiførleiki.
SSF-kalendarin fyri 2025 komin rættiliga væl uppá pláss
Nú svimjingin so smátt byrjar aftur eftir summarfrí, kunnu vit gleðast um at rættiliga nógv er komið uppá pláss í kalendaranum, í øllum førum fram til summarið 2025. Sí ssf.fo/kalendari
Fimm vilja verða aðalskrivari SSF
Nú freistin fór í gjár, vóru tey tilsamans fimm sum sendu inn umsókn til Svimjisamband Føroya, til starvið sum aðalskrivari SSF. Nú skal ein setanarbólkur meta um og taka inn til samrøðu, áðrenn starvsnevndin fær raðfesting at kunna velja ímillum.
Í dag er altjóða dagur til fyribyrging av druknivanlukkum
Sameindu Tjóðir lýstu í 2021 hin 25. juli at verða altjóða dagur til fyribyrging av druknivanlukkum, sí heimasíðuna her hjá WHO, umframt hesa síða hjá SSF frá átakinum í 2022. Í ár er boðskapurin serliga, at sekund kunnu bjarga lívi, … Continue reading
Kunning um evropeiskar meistarastevnur í 2025
European Aquatics kunngjørdi fyri løtu síðani hvar flestu evropeisku meistarastevnur verða í 2025, eftir at vit fyrst í juli fingu dagfestingarnar. EM U23 og EJM verða í Slovakia í juni/juli, meðan EMS og EMS fyri masters verða í Póllandi í … Continue reading
Fráboðanarskipan SSF nú sum app
Svimjisambandið hevur í rættiliga nógv ár havt eina skipan við talgildum oyðibløðum til fráboðan av ymiskum, so sum tá ið svimjarar hava klárað nálatíð, kravtíð ella met, ella tá ið tey skifta felag. Hesi oyðubløð eru nú savnaði í eitt … Continue reading








