Author Archives: rokur
Líggjas 8:20.60 og bronsu í 800 frí á DM og DMJ 2024
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at svimja seg til óført bronsuheiðursmerki á donsku meistarastevnuni á langgeil, bæði í opna bólkinum og í kappingini fyri juniorar, tá ið hann í skjótasta riðli í 800 metra frísvimjing svam seg … Continue reading
Lýsing eftir aðalskrivara til Svimjisamband Føroya
Svimjisamband Føroya (SSF) leitar eftir aðalskrivara, at taka við hin 1. september 2024.
Ófør úrslit á EJM 2024 eisini
Teir báðir Heini og Isak luttaka sum kunnugt hesa vikuna á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni 2024, í Vilnius í Litava. Og har gongur heilt væl hjá teimum, nú Isak fyrr í vikuni setti føroyskt met í 200 firvald, og báðir hava betrað … Continue reading
Nógv føroysk met og juniormet í seinastuni
Hesir síðstu mánaðirnir hava verið sera góðir fyri føroyska svimjing, tá ið tað kemur til betring av føroyskum metum og juniormetum. Her er eitt yvirlit yvir met sett síðani í mai.
Líggjas besta avrik á NMU 2024
Gløgga eygað hevur sikkurt longu uppdagað, at Líggjas heldur í eini sjokulátaplátu, har á myndini í sambandi við hansara gull í 400 frí á NMU 2024. Handan var vinningurin tí at hann kláraði besta avrik av øllum dreingjum á hesi … Continue reading
SSF-dreingir 7:56.77 og bronsu og stórt føroyskt landsliðsmet í 4×200 frí á NMU 2024
Dreingirnir hjá okkum megnaðu í dag at vinna flott norðurlendskt bronsuheiðursmerki í 4×200 metra frísvimjing á langgeil, tá ið teir á NMU 2024 í Helsinki svumu seg til úrslitið 7:56.77. Sí úrslitalistan her








