Author Archives: rokur
Lea og Líggjas eru ársins svimjarar
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) og Líggjas Joensen (2008, Ægir) eru ársins svimjarar, sum kunngjørt á gallaveitsluni sum íðkaranevnd SSF skipaði fyri í gjárkvøldið. Av tí at Líggjas er burturstaddur, er myndin av teimum báðum frá FMS/JMS 2024, har tey … Continue reading
Jóhanna og Silas eru ársins stjørnuskot
Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS) og Silas Dam Lindberg (2008, HS) eru ársins stjørnuskot, sum kunngjørt á gallaveitsluni sum íðkaranevnd SSF skipaði fyri í gjárkvøldið.
Úttøka til HMS 2024
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á HM á stuttgeil 2024, sum verður í Budapest í Ungarn hin 10. til 15. desember 2024. Svimjararnir eru spurdir, og hava tikið av tilboðnum.
Úttøka til NM/NJM 2024
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á NM og NJM 2024, sum verður í Vejle í Danmark hin 1. til 3. desember 2024. Svimjararnir eru spurdir, og hava tikið av tilboðnum.
Úrslit frá FMS/JMS 2024
Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á stuttgeil 2024, sum Svimjisamband Føroya og Havnar Svimjifelag skipaðu fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú fríggjadag 8. til sunnudag 10. november 2024. Sí eisini her á Swimify, her á SwimRankings og her … Continue reading
Super næsti dagur á FMS/JMS 2024
Næsta finalukvøld var øgiligt, nú á FøroyaMeistarastevnuni á stuttgeil 2024. Fimm føroysk met og 2 føroysk juniormet, harav Bartal Eidesgaard átti trý met og HS tvey í somu kapping. Hartil svam Líggjas Joensen eina tíð afturat undir HM-kravtíð.








